26. august 2019

Heilivágur fyri blóðtøpp hevur fingið treytað tilskot

Heilivágurin Brilique 60 mg tablettir hevur fingið treytað tilskot. Áður hevur lækni skula søkt um einstaklingatilskot til ávísar sjúklingar sum eru í viðgerð við Brilique 60 mg tablettum.

Tilskotsstøðan hjá Brilique 60 mg tablettum er broytt frá onki tilskot til treytað tilskot. Læknin skal hervið meta um, um sjúklingurin lýkur treytirnar fyri at fáa stuðul, og viðmerkja hetta á forskriftina. Skriva t.d. "Tilskot" í teigin "anden information" í Cosmic.

Blóðtynnandi heilivágurin Brilique 60 mg inniheldur evni ticagrelor og verður nýttur sum ískoytisviðgerð til acetylsalicylsýru aftaná blóðtøpp í hjartanum.

Treytað tilskot kann veitast sjúklingum, sum eru í vanda fyri at fáa nýggjan blóðtøpp, og sum frammanundan hava verið í viðgerð við Brilique 90 mg í 12 mánaðir.

Broytingin er partur av eini royndarætlan og er virkin til endan av árinum 2021. Les meira um avgerðina hjá Lægemiddelstyrelsen her

Yvirskrift, um tørvur er á tí

Upplatingartíðir