19. november 2024

Reglugerð fyri medisinska útgerð

Landsapotekarin fær nú fulla ábyrgd av allari medisinskari útgerð í Føroyum – alt frá plástrum til skurðtøkni. Hetta verður stýrt sambært ‘Løgtingslóg um innflutning, nýtslu og góðskutryggjan av medisinskari útgerð’.

Endamálið við lógini er at økja um trygdina hjá sjúklingum og at tryggja, at nýggj útgerð kemur sjúklingum til góðar – eitt nú við at stuðla undir at útgerðin er tøk og at neyðugar góðkenningar eru skjalprógvaðar.

Medisinsk útgerð og in vitro diagnostisk útgerð er við árunum vorðin meira og meira
framkomin. Í Føroyum hava vit higartil ikki havt nakra lóggávu ella reglugerð, sum kann fylgja vísindaligu og tøkniligu menningini á heilsuøkinum.

Tað hevur eisini verið trupult at spora medisinska útgerð tvørtur um ES, tí nógv lond hava síni
egnu skrásetingareftirlit, og hesi samsvara ikki altíð. Hesar ymsu skipanirnar leggja tískil eisini eina
óneyðuga tunga byrðu á framleiðarar, ið ynskja at marknaðarføra vørurnar í meira enn einum landi.

Við at seta hesa lóggávuna í verk verður medisinsk útgerð, sum verður brúkt í Føroyum og í ES munandi lættari at spora. Eisini er tøkniliga menningin av medisinskari útgerð nógv skjótari enn t.d. av heilivági. Tí er lógarverkið eisini meira hóskandi til ta nýggjaru og meira framkomnu útgerðina, sum kemur á marknaðin alla tíðina.

Fyri at kanna hvørjar vørur finnast á marknaðinum í Evropa kann EUDAMED, sum er ein miðsavnaður dátugrunnur fyri kliniska útgerð, nýtast. Dátugrunnurin hevur upplýsingar um m.a. framleiðarar, kliniskar royndir og góðkenningar. Bæði myndugleikar, sjúklingar, heilsustarvsfólk og almenningurin annars kunnu fáa atgongd. Tó er EUDAMED enn í menning, og hevur ikki allar funkur enn. Hetta væntast at koma í rætt lag í næstum.

Tryggari fyri sjúklingin

Fyriuttan at betra um trygdina við medisinsku útgerðini, hava hesar ábøtur eisini til endamáls at
stuðla undir nýhugsan og nýskapan. Menning av tøkni er tað, sum eyðkennir medisinska útgerð, og ein
nýggj og lutfalsliga skjót útskifting merkir, at tað alla tíðina koma nýggjar vørur á
marknaðin. Júst tí er týdningarmikið við eini reglugerð, so medisinska útgerðin verður tryggari og
tøkari.
 

Ætlar tú at innflyta og selja medisinska útgerð?

Øll, ið innflyta og selja skulu frá 1. apríl 2023 skráseta seg. Hetta kanst tú lesa nærri um her.

Yvirskrift, um tørvur er á tí

Upplatingartíðir