Talgilda apotekið
ger tað smidligari

Apoteksverkið hevur eina røð av talgildum loysnum, sum kunnu gera tín dag smidligari. Serliga um heilivágur er partur av gerandisdegnum hjá tær ella tínum avvarðandi. Antin tað er at fáa yvirlit yvir reseptir, at stytta ella minka um bíðitíðina á apotekinum ella at brúka apotekini uttan fyri vanliga avgreiðslutíð, so hava vit eina loysn.
Vælkomin á talgilda apotekið.


 

Hvat skal til fyri at koma í gongd?

Samleikin

Samleikin er talgild innritan og undirskrift hjá føroyingum.

Við Samleikanum fært tú eina trygga, einfalda og føroyska skipan, sum gevur tær møguleika at brúka ein og sama hátt at rita inn við.

Samleikin fæst sum app til telefon og teldil. Tú kanst eisini fáa Samleikan á geyma, men hetta krevur persónliga uppmøting á Staravegi 9.

Appin kann brúkast til at rita inn á telefonir, teldlar og teldu. Geymin kann bara brúkast til at rita inn á teldu.

Øll, sum eru fylt 13 ár og hava p-tal, kunnu fáa Samleikan.

Vangin

Vangin er tænasta, har talgildar tænastur hjá almennum stovnum og kommunum eru savnaðar.

Vangin ger tað lættari, skjótari og tryggari at avgreiða egin viðurskifti.

Vangin fæst sum app til telefon og teldil, so tú altíð hevur tænasturnar við hondina. Tú ritar inn á Vangan við Samleikanum.

Á síðuni hjá Apoteksverkinum sært tú yvirlit yvir tín heilivág. Tú sært eisini viðurskiftini hjá børnum undir 15 ár. Upplýsingarnar vera allatíðina dagførdar, so reseptir síggjast á Vanganum, so skjótt sum Apoteksverkið hevur fingið tær.

Apoteksverkið útflýggjar heilivág fyri læknar, sjúkrahúsverkið, tannlæknar og djóralæknar.

Brúk fyri hjálp? Ring á 1881 ella send teldupost á 1881@talgildu.fo.

Skjáttan

Skjáttan er app, ið hýsir talgildum koyrikorti og samleikakorti.

Skjáttan ger tað lættari og skjótari hjá tær, tí nú hevur tú alt á einum stað - á telefonini.
Øll, ið brúka Skjáttuna fáa atgongd til samleikakortið. Talgilda koyrikortið er til tey, ið hava skrásett føroyskt koyrikort.

Tak skjáttuna niður á App Store ella Google Play.

Bíðirøð appin

Skalt tú ørindi í apotekinum? Tak appina Bíðirøð niður á App Store ella Google Play. So fært tú boð, tá ið tín túrur nærkast.

Við appini Bíðirøð kanst tú:

  • Taka eitt nummar.
  • Síggja, hvussu nógv eiga framat áðrenn tú.
  • Fáa boð, tá ið tín túrur nærkast.
     

Tak appina Bíðirøð niður á App Store ella Google Play

Og minst til at loyva appini at senda tær boð og síggja, hvar tú ert. Minst eisini til at verða inni á apotekinum áðrenn apotekið steingir.

Skipanin er galdandi á Tjaldurs, Eysturoyar og Norðoya apoteki.

Upplatingartíðir