Linna um hjáárin av krabbameini

Vit eru mong ið kenna onkran, ið hevur ella hevur havt krabbamein tætt inn at lívinum. Og at tey eisini ofta stríðast við hjáárinum av krabbameini og viðgerð.

Vit hava gjørt ein lista yvir vørur, sum eru góðar at eiga, um tú hevur verið ella ert í viðgerð fyri krabbamein. Hesar kunnu vera við til at linna um bæði hjáárin og seinárin, ið kunnu standast av viðgerð og sjúku.

Hevur tú spurningar, ert tú altíð vælkomin at ringja ella at vitja okkum á apotekunum kring landið.

Tjekk-listi

Gott at eiga inni, um tú ert ella hevur verið í viðgerð fyri krabbamein. Hesar vørur fáast til keyps á apotekunum kring landið.

Eygu

  • Eygnadropar / salva
  • Reins

Nøs

  • Salva
  • Olja

Muður

  • Tannbust bleyt
  • Tannkrem Sensitiv
  • Munnskol
  • Eymur muður
  • Turrur muður
  • Sárur muður
  • Feittstift

Leyst lív, trekur magi

  • Heilivágur
  • Kostískoyti
  • Reins og verja til endatarmin

Arrvevnaður / sár

  • Krem, gel, spray
  • Plástur

Undirlív

  • Reins
  • Røkt til turrar og viðkvæmar rovur

Inkontinens

  • Blæur / bind
  • Reins
  • Barriere krem

Krops- og andlitsrøkt

  • Reins
  • Krem
  • Sólverja
  • Smyrsl

Kostískoyti

  • Styrkjandi kostískoyti, vitaminir og mineralir
  • Svøvnur
  • Hitatúrar
  • Beinveikan
  • Hárstyrkjan
  • Bløðrubruni
  • Mjólkasýrubakteriur
Upplatingartíðir