Umsókn um einstaklingatilskot, sambært §16 í Løgtingslóg. nr. 178/2009 við seinni broytingum.
Umsóknarskjalið verður nýtt í samband við umsókn um einstaklingatilskot til heilivág sum ikki er lýstur at vera tilskotsheimilaður (farmaseutiskur tilbúningur ella magistrellur heilivágur). Tað ber ikki til at fáa játtað eyka stuðul til heilivág sum longu er tilskotsheimilaður.
Umsókn um einstaklingatilkot til ikki-skrásettan heilivág, har útflýggjanloyvi frá landslæknanum ikki fyriliggur, verður ikki viðgjørd.
Ein játtan fevnir eisini um annan heilivág við somu ATC-kotu. Um søkt verður um einstaklingatilskot til magistrellan heilivág skal bert tað virkna innihaldsevnið og tilbúningur viðmerkjast.
Verður gildiskoma ikki viðmerkt so verður tilskotið vanliga játtað 3 mánaðir aftur í tíðina.
Stutt frágreiðing skal skrivast um, hví tann umtalaði heilivágurin hevur serligan týdning fyri diagnosuna og viðgerðina hjá sjúklinginum. Dentur verður lagdur á, at lækni hevur kliniskar kanningar at byggja á. Tað skal greiðast frá, um sjúklingur hevur roynt annan heilivág fyri sjúkuna, hvønn heilivág talan er um og hvørji úrslitini vóru, eisini møgulig niðurtrappingarúrslit. Harafturat kunnu avrit av øðrum týðandi upplýsingum sendast við, t.d. útskrivingarbræv, serlæknameting ella røntgen- og laboratoriuúrslit.
Meginreglan er, at tað skal upplýsast, um umtalaði heilivágurin hevur havt ynsktan virkna. Um virknaðurin á heiliváginum er vístur út frá laboratoriuúrslitum, skal úrslitið, um møguligt, upplýsast bæði frá áðrenn viðgerð og í viðgerð.
Evt. fylgiskjøl verður ikki send aftur til umsøkjara.
Niðanfyristandandi umsóknarskjal skal útfyllast og sendast tilskotsnevndini við at trýsta á 'Send' knøttin.
Teigar merktir við * eru kravdir.
Spurningar til tilskotsnevndina kunnu sendast til landsapotekarin(kurla)apotek.fo