Fyribyrging av smittu við koronavirus COVID-19

COVID-19 er ein nýggj sjúka, sum kemst av smittu við koronavirus. Tað hevur stóran týdning, at øll taka ábyrgd av at fyribyrgja smittuspjaðin av COVID-19 í Føroyum.

Um øll taka ábyrgd og fylgja leiðreglum frá myndugleikunum, kunnu vit seinka og minka um smittuspjaðingina. Á henda hátt vóna myndugleikarnir, at færri verða smittaði og at vit sleppa undan einum ógvusligum trýsti á heilsuskipanina.

Fyribyrging av smittuspjaðing snýr seg serliga um at verja tey eldru og veiku í okkara landi, tí hesin bólkur er meira útsettur við smittu av COVID-19. Sjúkueyðkennini fyri COVID-19 kunnu vera fepur, hosti, trupulleikar í andaleiðini, høvuðpína, eymir vøddar og andaneyð.

> Les meira um serlig átøk á apotekunum kring landið í smb. við COVID-19 smittuverju

Nær skalt tú vitja læknan?

Um tú hevur trupulleikar við andadrátti, at sjúkueyðkennini gerast verri ella ert sjúk yvir fleiri dagar, kanst tú ringja til læknan. Tað hevur týdning, at tú ringir fyrst og ikki møtir upp í bíðirúminum, eftir sum tú kanst smitta onnur.

Tað ber eisini til at ringja til Coronalinjuna á tlf. 30 40 40. 

Viðgerð

Í løtuni eru eingin heilivágur til viðgerð ella koppseting móti sjúkuni, men arbeitt verður við at menna og royna heilivág og koppseting. Tú kanst minka um sjúkueyðkennini við heilivági, men tað grøðir ikki sjúkuna.

Tú skalt ikki møta persónliga upp á apotekinum, um tú ert smittaður ella hevur illgruna um, at tú ert smittaður og hevur tørv á heilivági. Ring til apotekið í staðin.

Verj teg sjálvan og onnur móti smittuni við hesum ráðum

  • Vaska hendurnar ofta ella brúka handspritt
  • Hosta ella njós í ermuna – ikki í hendurnar
  • Avmarka kropsligt samband, sum lógvatak, kinnkoss og klemm
  • Ver uppmerksamur uppá reingering – bæði heima og á starvsplássinum
  • Um tú ert eldri ella kroniskt sjúkur – halt fjarstøðu og bið onnur vera umhugsin

Sí film um hondvask niðanfyri og/ella les vegleiðing frá landsmyndugleikunum her.

Tað verður ikki viðmælt at brúka munnbind ella masku. 

Munnbind ella maska eru bert viðkomandi fyri borgarar, sum eru smittaðir við COVID-19 ella borgarar í vanda fyri smittu. Tað eru t.d. borgarar, sum ferðast til eitt øki við smittuvága ella borgarar, sum hava samband við onnur smittaði.

Upplatingartíðir