Søkt verður eftir einum dugnaligum og ágrýtnum persóni til farloyvisstarv í innkeyps- og logistikkdeildini í Apoteksverkinum. Tú verður partur av toyminum, ið tekur sær av innkeypi og vøruflutningi fyri alt Apoteksverkið
Sum starvsfólk í innkeypsdeildini verður tú við til at tryggja, at apotekini hava røttu vøru á goymslu, umframt at skipa mannagongdirnar soleiðis, at økið sum heild verður rikið skynsamt. Tað er av stórum týdningi, at tú ert tænastusinnað/ur og dugir væl at samskifta.
Arbeiðsuppgávurnar verða avtalaðar og lagdar til rættis í samstarvi við innkeypsleiðaran, men eru í høvuðsheitum:
Tú er farmakonom og hevur áhuga fyri innkeypi og logistikki, umframt hegni at arbeiða innan økið.
Eisini kann dentur verða lagdur á hesar førleikar:
Harafturat dámar tær at hava fjøltáttaðar uppgávur, og vit leggja dent á, at tú sært týdningin í at samstarva, og hevur ein semjusøkjandi hugburð.
Til rætta viðkomandi kunnu vit bjóða eitt avbjóðandi, mennandi og fjølbroytt farloyvisstarv á einum áhugaverdum og gevandi arbeiðsplássi, saman við nógvum ymiskum fakbólkum, har góðska og trivnaður er í hásæti.
Talan er um eitt farloyvisstarv 1 ár fram, og sum er ásett at vera fulla tíð við byrjan skjótast gjørligt ella sambart nærri avtalu.
Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum avvarðandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið.
Starvsstaðurin er á Tjaldurs Apotek í Tórshavn.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvi, viðmælum og CV við upplýsing um royndir skal sendast Apoteksverkinum og verða viðgjørdar leypandi. Umsóknir verða sendar við at trýsta her.
Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Frank Jacobsen á tlf. 259904 ella senda ein teldupost til frank@apotek.fo