Ein menstruatiónssyklus er vanliga o.u. 28 dagar, men tíðarmunur kann vera á einum syklusi og øðrum.
Í eggrótunum eru fleiri hundrað eggbøllur, sum búnast í tíðini, kvinnan er burðarfør. Menstruatiónssyklusurin byrjar við eini ávirkan av einum hormoni, kallað FSH (follikelstimulerandi hormon), ið verður gjørt í hypofysuni í heilanum. FSH ger, at eggbøllur byrja at búnast til egg. Eftir einum tveimum vikum av menstruatiónssyklus, er tað eitt annað hormon, ið ger seg galdandi. Hetta hormonið LH (luteiniserandi hormon), ger, at búnaða eggið losnar úr eggrótini. Tá tað er losnað, fer tað ígjøgnum egggørnina niður í lívmóðurina. Um eggið verður gitið, kann tað seta seg fast í lívmóðurini. Verður tað ikki gitið, fellur hormon-ávirkanin av lívmóðurslímhinnuni, slímhinnan í lívmóðurini losnar, og menstruatiónin byrjar.
Hóast tað kenst ógvisligt, er mongdin av blóði í vanligari menstruatión bara umleið 80 millilitrar. Menstruatión varar vanliga eini 4-5 dagar.
Menstruatiónspína kemur av nøkrum evnum í kroppinum (prostaglandinum), ið verða gjørd, tí at lívmóðurslímhinnan ”losnar”. Hesi evni kunnu elva til pínu.
Vanligt er, at menstruatión elvir til veika pínu, trýst í undirlívinum og møguliga, at tú verður illa fyri. Fyri flestu konufólk eru eyðkennini kend og tey somu hvørja ferð, men fyri aðrar eru eyðkennini so mikið ógvislig, at tað órógvar arbeiðið ella gerandisdagin.
Tá ið menstruatiónin kemur, merkjast pína og kreppingar í undirlívinum og møguliga eisini í lendunum. Pínan kann koma beint undan menstruatiónini og er vanliga ringast fyrstu dagarnar undir menstruatiónini. Pínan linkar stigvíst. Hjá nøkrum kann pínan elva til møði og manglandi orku.
Tað er, sum áður sagt, ógviliga ymiskt, hvussu kvinnur eru fyri, tá ið tær hava menstruatión. Summar eru væl fyri, meðan aðrar so illa plágaðar av pínu, at í vissum førum kann gerandisdagurin vera tungur og strævin. Kvinnan fær ikki tað burturúr, sum hon ætlaði.
Sjúkueyðkennini kunnu vera:
Hjá umleið 25% av kvinnum er pínan so ring, at teimum tørvar hjálp og viðgera seg tí við pínustillandi heilivági. Pínustillandi heilivágur kann linna sjúkueyðkennini. Vanliga hjálpir handkeypsheilivágur sum paracetamol og ibuprofen. Er hetta ikki nøktandi, er neyðugt at tosa við læknan.
Aðrir hættir at linna pínuna eru t.d. rørsla, lættar mýkingar og hiti um undirlív og lendar. Eisini kunnu p-bollar ella onnur hormonevni hava ein linnandi virknað, av tí at hormon tálma eggloysnini, minka hormonmongdina í lívmóðurslímhinnuni og samstundis blóðmongdina.
Um pínan er ring, so er týdningarmikið at kanna, um aðrar orsøkir eru til tess, herundir endometriosa. Læknin ger eina gynækologiska kanning, og verður tú kanska víst til ein gynækolog til nærri kanningar, m.a. undirlívs-ultraljóðskanning.
Hjá summum kvinnum er menstruatiónssyklusurin longri. Hóast tín menstruatión ikki fylgir eini 28-daga skipan, merkir hetta ikki, at hon er óreglulig. Syklus merkir ringrás og sigur, at søgan endurtekur seg eftir føstum mynstri. Óreglulig menstruatión merkir, at har er einki mynstur, men ymiskir steðgir millum bløðingarnar. Hetta er vanligt hjá ungum kvinnum.
Tað er eisini vanligt, at síðstu menstruatióninar eru óregluligar hjá kvinnum, sum eru um at koma í skiftisárini. Men annars eru óregluligar menstruatión nakað, tú eigur at lata við teg koma. Fyrst av øllum tí at tú kanst vera við barn. Men orsøkirnar kunnu eisini vera hormonbroytingar, íkomnar av úrvalsítrótti, undir- ella yvirvekt, ov veikum p-bollum, strongd, snyrli ella tengdar at álvarsamari sjúku.
Um tú hevur óregluliga menstruatión, skalt tú seta teg í samband við lækna.
Nýt munadygga menstruatiónsverju, sum sýgur væl í seg og situr væl. Henda verja skal skiftast ofta, so at undan slepst, at húðin ertist, gerst eym og fer at lukta – alt saman umstøður, sum kunnu geva sopp og í ringasta føri ígerð í undirlívinum.