Flest øllum børnum dámar sera væl føstulávintstíðina, tá skulu tey gera av, hvussu tey ætla at vera ílatin. Skal tað vera ein hetja, prinsessa, heks, eitt trøll ella kanska Pippi? Tað er eisini tíðin, har tey spent fara at ganga hús úr húsi at fáa sær okkurt leskiligt frá blíðum fólki.
Nógvum dámar væl at verða sminkaði soleiðis, at tey kanska eru heilt ókennilig. Alt hetta er sera stuttligt og spennandi, men tað er eisini sera týdningarmikið, at tú hesar dagarnar hugsar teg væl um, hvussu tú fert fram, tá tú sminkar børnunum.
At nýta sminku til børn, nakrar fáar ferðir um ári, er oftast óskaðiligt. Tó hava summi børn viðkvæmari húð enn onnur, og tá økist vandin fyri, at tey gerast ovurviðkvom.
Vandin fyri ovurviðkvæmi er ymiskur fra barni til barn. Vandin fyri ovurviðkvæmi er m.a. treytaður av:
Ert tú tilvitað/ur um, at barnið hevur viðkvæma húð, verður viðmælt ikki at nýta sminku, men heldur gera tað stuttligt á annan hátt, t.d. við masku og klæðum. Um sminka tó verður nýtt, skal hon bert nýtast á avmarkaðum umráði.
Smyr ongantíð sminku á turra og skurvuta húð ella á húð við eksemi. Á apotekinum fært tú nógvar vørur, sum kunnu nýtast innanundir sminku og at reinsa sminku av við. Kom inn og fá eina góða vegleiðing.
Tá sminkað verður:
Tá sminkan skal av:
Tað er ógvuliga væl umtókt í barnagørðum og skúlum í Føroyum at gera gipsmaskur til føstulávint. Hetta er sera skapandi og stuttligt fyri børnini, sum sleppa at gera teirra egnu masku.
Gipsmaskur verða gjørdar úr gipsbindi, sum eitur Cellona og fæst á apotekunum. Leiðbeining til hesar maskur stendur niðanfyri:
Um barnagarðar, skúlar og stovnar ynskja at keypa Cellona í stórum nøgdum á apotekunum, er gott at bíleggja í góðari tíð fyri at tryggja sær, at apotekini hava vøruna á goymslu.