Ferðast við heilivági

Um tú dagliga tekur heilivág og fert at ferðast, er neyðugt at hava heilivágin við á ferðini. Tó eru nøkur viðurskifti at hava í huga:

  • Hav altíð heilivágin í upprunapakkanum, so at myndugleikarnir í viðkomandi londum beinanvegin síggja, hvør heilivágurin er.
  • Í ávísum førum er neyðugt at kunna skjalprógva, at heilivágurin er til egna nýtslu. Hetta er serliga galdandi, um talan er um turvelvandi (euforiserandi) heilivág.
Hvat er turvelvandi heilivágur?

Turvelvandi heilivágur er heilivágur, ið kann vera vanabindandi. Tílík evni eru undir strongum eftirliti í øllum londum. Ikki er loyvt at innflyta ella hava uppi á sær turvelvandi heilivág, uttan so at váttast kann, at heilivágurin er til egna nýtslu sambært forskrift frá lækna.

Viðurskifti í londunum kring heimin kunnu vera ymisk, og tí er skilagott at kanna, hvørjar reglur galda fyri landið, tú fert at vitja. T.d. hvønn heilivág tú ótarnað kanst hava við tær.

Fyri fleiri lond í Europa er galdandi ein avtala (Schengen-avtalan), sum ásetur m.a., at turvelvandi heilivágur til egna nýtslu kann havast við á ferðini, um ein hevur eina heilivágsváttan á hetta.

Hvørji lond eru við í Schengen-avtaluni?

Ikki er neyðugt við heilivágsváttan til Danmarkar og Grønlands, tí ríkisfelagsskapurin er eitt felagsøki í Schengen-høpi. 

Á eitt nú www.medicin.dk er møguleiki at síggja um heilivágurin tú tekur krevur heilivágsváttan, hetta sæst á síðuni undir Schengen.

Hvussu fái eg heilivágsváttan?

Ein heilivágsváttan fæst á øllum apotekum í Føroyum, og hon er ókeypis. Best er, um biðið verður um váttanina í minsta lagi 3 dagar, áðrenn hon skal brúkast.

Fyri at gera eina slíka váttan skal apotekið nýta forskriftina upp á heilivágin. Her eru upplýsingar um lækna, teg sjálvan og heilivágin. Eisini ber til at geva upplýsingar um heilivágin, sum tú longu hevur fingið. Apotekið skal síggja títt pass og vita tíðarskeiðið, ið tú er burtur, og hvat land/lond, tú ferðast til.

Váttanin er galdandi í mesta lagi 30 dagar, og mælt verður til ikki at hava meira heilivág, enn váttanin sigur. Ynskir tú at hava heilivág við til eitt longri tíðarskeið enn hetta, mást tú venda tær til viðkomandi ambassadu.

Brúkar tú fleiri sløg á listanum, skal tú hava eina váttan fyri hvønn heilivág.

Ein heilivágsváttan verður bara givin til heilivág, ið lækni hevur útskrivað. Ein heilivágsváttan til handkeypsheilivág, sum inniheldur turvelvandi heilivág, verður bara givin, um heilivágurin er á forskrift. Hetta er t.d. viðkomandi fyri Kodimagnyl.

Hvør heilivágur krevur váttan?

Ikki er neyðugt at hava váttan til allan heilivág. Tað er t.d. ikki neyðugt við heilivágsváttan til astmaheilivág, giktheilivág, hjartaheilivág, hormonir og antibiotika – uttan tað, ið er turvelvandi.

Um møguleiki er fyri tí, hevði tað lætt um arbeiðið hjá okkum, um skjalið verður fylt út frammanundan, prentað út og latið okkum. Skjalið finnur tú niðanfyri.

Hvat skal eg gera, um landið eg skal ferðast til, ikki er í Schengen?

Um tú skalt ferðast til lond í t.d. Bretlandi, Afrika, Suðuramerika, USA og í Eysturlondum, so er onnur lóggáva galdandi. Lóggávan kann vera ymisk frá landi til land, og tú eigur í hesum førum at seta teg í samband við sendiharrastovuna í Danmark og spyrja teg fyri, hvørji krøv eru galdandi.

Vanliga biður sendiharrastovan teg um at fara til egnan lækna og fáa eina váttan, sum staðfestir:

  • Navn, føðidato og passnummar
  • Hvat tú ert í viðgerð fyri
  • Hvørja viðgerð tú fært (navn og styrki á heilivági)
  • Hvussu stóra mongd tú fært (mongd um dagin)

Váttanin eigur at verða skrivað á enskum; men spyr fyrst sendiharrastovuna, hvørji mál verða góðtikin í tí landinum.

Í serligum førum skal váttanin løggildast av danska Uttanríkisráðnum, og um váttanin skal umsetast, skal hetta gerast av einum ríkisgóðkendum tulki. Summi lond hava so stranga lóggávu, at teirra egna sendiharrastova skal góðkenna váttanina. Les meira um hetta á heimasíðuni hjá Uttanríkisráðnum um.dk

Hvussu við heilivági í flogfarðinum?

Hevur tú tørv á heilivági, meðan flogið verður, kanst tú taka heilivágin í handviðførið – eisini flótandi heilivág. Tó kann trygdareftirlitið krevja prógv um, at heilivágurin er ektaður. Tískil kanst tú taka forskrift við og hava flótandi heilivágin í óopnaðum upprunapakka. Er talan um turvelvandi heilivág, er tó tørvur á eini váttan. 

Havast skal í huga, at onkur heilivágur ikki tolir tey kuldastig, ið eru í viðførisrúminum á flogfarinum. Tí er vandi fyri, at virknaðurin á heiliváginum ikki verður tann rætti, um hann fer í viðførisrúmið.

Hevur ein nálir ella sproytur í viðførinum, er eisini gott at fáa lækna at skriva ein seðil á enskum, sum greiðir frá, hví neyðugt er at hava hetta við.

Upplatingartíðir