HJÁLP VIÐ HEILIVÁGINUM

Hava foreldrini nøkur ár á baki og nú tørv á hjálp at halda skil á reseptum og skamtan av heilivági? Ella kanska tú varðar av onkrum við skerdum førleika? Ella kanska tað er tú, sum hevur tørv á hjálp?

So er at lesa víðari, tí nú kanst tú fáa fulltrú inni á Vanganum. Tað er lætt, skjótt og talgilt.

Um tú ætlar tær at stovna fulltrú á Vanganum verður mælt til, at tú kunnar teg um hesi viðurskifti:

Til tess at fulltrú skal vera galdandi krevst, at fulltrúaveitari er førur fyri at virka skynsamliga.

Fulltrú merkir, at ein annar persónur (fulltrúin) fær loyvi frá tær til tína vegna at:

  1. síggja heilivágsupplýsingar

  2. fáa heilivág útflýggjaðan

  3. broyta leveringsbústað

  4. endurnýggja reseptir

  5. bíleggja heilsukanning

  6. melda til skamtan

  7. síggja kalendarahendingar frá apotekinum

 

Í verandi løtu ber ikki til at velja ávísar tænastur burturúr, sum fulltrúin skal fevna um. Hetta fer at lata seg gera seinni. Fram til tá eru ráðini, at tú strikar tína fulltrú aftur, tá ein av tænastunum 4), 5), 6) og/ella 7) verða tøkar, um so er, at tú ynskir, at fulltrúin ikki skal fevna um eina ella fleiri av nýggju tænastunum.

Tá tú strikar fulltrúina, strikar tú hana í síni heild. Tað vil siga, at tá hevur fulltrúin onga heimild longur at umboða teg. Tú kanst seinni stovna fulltrú av nýggjum undir somu treytum, um tú ynskir tað.

Tá tú søkir um fulltrú, váttar tú við at seta X í boksina á fyrstu síðu, at tú ert tilvitandi um, at tínar persónsupplýsingar (p-tal, navn og bústaður) verða heintaðar úr fólkayvirlitinum.

Apoteksverkið hevur heimild til at viðgera tær persónsupplýsingar, sum eru viðkomandi, til tess at avgreiða tína umbøn um fulltrú á Vanganum.

Apoteksverkið heintar hesar persónsupplýsingar frá Fólkayvirlitinum við heimild í løgtingslóg um fólkayvirlit § 28 og viðgerð tær persónsupplýsingar, ið eru viðkomandi fyri málsviðgerðina, við heimild í dátuverndarlógini § 8, stk. 1, nr. 2 og 5 og dátuverndarlógini § 11.

Apoteksverkið hevur tí heimild sambært dátuverndarlógini § 8, 1. stykki, nr. 5 og § 12, 1. stykki, nr. 8 at viðgera persónsupplýsingar, tá viðgerðin er neyðug, til tess at røkja samfelagsáhugamál ella uppgávur, sum liggja undir almennari myndugleikaútinnan, sum dátuábyrgdaranum (Apoteksverkinum) er álagt, og í hesum førinum eisini sambært dátuverndarlógini § 8, 1. stykki, nr. 2, tí viðgerðin er neyðug fyri at halda eina avtalu, sum tú ert partur í, ella fyri at gera tað, sum eftir áheitan frá tær er neyðugt, áðrenn avtalan verður inngingin.

Sambært dátuverndarlógini § 11 hevur Apoteksverkið heimild til at viðgera p-talið: Almennir myndugleikar kunnu viðgera upplýsingar um persónstalið til eintýdda eyðmerking ella sum skránummar.

Fólkayvirlitið hevur heimild til at lata Apoteksverkinum persónsupplýsingar sambært lóg um fólkayvirlit § 28, har tað stendur, at upplýsingar úr Landsfólkayvirlitinum og gomlum fólkayvirlitstilfari kunnu latast øðrum almennum myndugleika eftir reglunum í lóg um viðgerð av persónsupplýsingum.

Upplatingartíðir