Astma

Astma er ein kronisk sjúka í andingarleiðini. Tekin um astma eru andingarneyðherðindi, hvínandi andadráttur, hosti og slímspýtt.

Tað finnast góðir viðgerðarhættir fyri astma, har sjúklingurin og heilsustarvsfólk eru saman í viðgerðini.

Tað er ymiskt, sum kann skunda undir eini herðindi ella gera astmasjúkuna verri. Hetta er millum annað:

  • Royking, sum í longri tíð kann skunda undir sjúkuna og kann gera, at børn fáa astma. Tí eiga fólk við astma, sum roykja, at leggja av, og eisini verja børn fyri royki
  • Kuldi 
  • Ígerð (infektión) 
  • Roykur frá eitt nú brenniovni, matgerð o.t. 

Týdningarmikið er at vita, um fólk, ið hava astma, eisini eru ovurviðkvom. At halda teg burtur frá tí, ið tú er ovurviðkvæmur/ovurviðkvom fyri, so kann verða, at astmaeyðkennini hvørva ella minka.

Skilagóð viðgerð av ovurviðkvæmi ger, at tú betur hevur tamarhald á astma.

Hvussu ávirkar astma lunguni?

Andingarleiðin byrjar í munninum – úr ovara barka og niður í lunguni, og verður til fleiri og trengri pípur í lungunum.

Frísk fólk kunnu anda frítt ígjøgnum andingarleiðina. Hjá einum, ið hevur astma, er bruni í rovunum í luftpípunum - tær eru sera viðkvæmar fyri dusti, kulda, royki, kemikalium ella øðrum bitlum.

Tá ein hevur astmaherðindi, hovna lungnapípurnar og fyllast við slími. Samstundis rykkja vøddarnir rundan um pípurnar seg saman, og soleiðis gerast lungnapípurnar trengri, og tað verður verri at anda. 

Hvør fær astma?

Fólk í øllum aldri kunnu fáa astma, men sjúkan byrjar oftast í barnaárunum ella ungdóminum. 

Astma er ein støðug sjúka, men nøkur børn, sum hava havt astma, sleppa næstan heilt av við sjúkueyðkennini, tá tey gerast eldri.

Hví fær ein astma?

Orsøkin til astma er ikki heilt kend, men greitt er, at astma er partvís arvalig. Eisini hava umhvørvið og lívsstílur ávirkan á, um ein fær astma. T.d. hava royking (eisini passiv royking), dálking, fiti og kostvanar týdning.

Um ein hevur ovurviðkvæmi, er vandin fyri at fáa astma størri. Men tó er ovurviðkvæmið ikki einasta orsøk til astma, tí nøkur hava astma, sjálvt um tey als ikki hava ovurviðkvæmi.

Fólk í yrkisgreinum, so sum hárfríðkarar, bakarar og ídnaðarlaborantar, eru í størri vanda at fáa astma.

Hvørji eru sjúkueyðkennini?

Tað er ymiskt, hvussu eyðsýnd sjúkueyðkennini eru. Nøkur kunnu kenna sjúkueyðkenni næstan alla tíðina, meðan onnur bert merkja ein feril av sjúkuni nakrar ferðir um mánaðin.

Sjúkueyðkennini koma sum oftast í herðindum, og kunnu vera andaneyð, tungur andadráttur, hosti, slím í andingarleiðini og ilt fyri bringuni.

Hjá nøkrum er astma-sjúkan so ring, at eini astmaherðindi kennast, sum at anda gjøgnum eitt súgvirør. 

Minst til at siga lækna tínum, um tú, sum hevur astma:
  • Hevur krím, vilt illa njósa og hevur tipta nøs
  • Hevur reyð og skriðandi eygu

Gerandisdagurin nýtist ikki at vera darvaður hjá tí, sum hevur astma. Viðgerðarhættirnir eru so góðir nú, at ein kann liva eitt heilt vanligt lív.

Hvussu nýtir tú tín astmaheilivág rætt?

Her er eitt leinki til nakrar stuttfilmar, um hvussu tú nýtir teir ymisku tilbúningarnar av astmaheilivági.

http://min.medicin.dk/Multimedia/film

 

Upplatingartíðir