Vørunummar: 7907970
Karbamid-krem 10%
Finn apotek
Uttan anga
Feittinnihald: 26%
Til sera turra og harða húð

Styrkjandi krem til albogar, hendur og føtur, ið varðveitir vætuna í húðini.

  • Vætubindandi
  • Lætt at smyrja á
  • Uttan anga, haldevni og litevni
200ml

Virknaður

Karbamid-krem inniheldur karbamid (urea), ið varðveitir vætuna í húðini og mýkir hana. Tað loysir upp harða húð og beinir burtur deyða húðkyknu. Karbamid svíður, um tað verður smurt á sár ella skadda húð.

 

Nýtsla
Innihald
Kann nýtast fleiri ferðir um dagin í eitt styttri tíðarskeið. Smyr á, bíða eina løtu og gníggja síðani kremið inn í húðina. Smyr eitt tjúkkari lag á turr øki, t.d. albogar, hendur og føtur. Besta úrslitið fært tú beint eftir bað. Karbamid-krem 10% er sera virkið og verður tí bert viðmælt sum viðgerð í eitt styttri tíðarskeið.
Aqua, Paraffinum liquidum, Urea, Stearic acid, Glyceryl stearate, Triethanolamine, Carbomer
Kann smyrjast á fleiri ferðir dagliga eftir tørvi
Til alt húskið

Aðrar vørur

Góð ráð

Hugsa um, at ovurvasking við sápu og vatni kann elva til, at húðin verður uppaftur turrari. Í staðin fyri kunnu baðiolja ella reinsievni, ið hava olju í sær, nýtast. Ikki er ráðiligt at nýta sápu og olju í senn, tí sápan ger, at oljan verður nyttuleys.
Upplatingartíðir