80 mg
C-vitamin kostískoyti
C-vitamin er ein antioxidantur, ið verjir kyknurnar í kroppinum.
- Styrkir immunverjuna
- Stimbrar orkuevnisskiftið og nervalagið
- Minkar um kensluna av møði og máttloysi
250 tablettir
Virknaður
C-vitamin ávirkar tilevnanina av kollagen, ið hevur týdning fyri m.a. blóðrensl, beinagrind, tenn, tannkjøt, brósk, húð, og sum viðvirkar, at sár lekjast skjótari. C-vitamin stimbrar orkuevnisskiftið, nervalagið og minkar um kensluna av møði og máttloysi og økir um upptøku av jarni frá kostinum.
1 tablett um dagin aftur við eini máltíð. Takið ikki størri skamt, enn mælt er til. Kostískoyti má ikki takast í staðin fyri fjølbroyttan kost.
C-vitamin (askorbinsýra), Hjálpievni (mikrokrystallinsk, cellulosa, talkum croscarmellosa og magnesiumstearat).
Krógvið fyri børnum
Vaksin og børn 11 ár og eldri